Vit eru MEST

Ein framkomin fyritøka, sum er snúvningsaksa í allari sjóvinnu í norður atlantshavinum. Vit telja um 500 fólk, sum hvønn dag halda flotanum siglandi og vinnuni koyrandi.

Álítandi loysnir í meiri enn 120 ár

MEST er úrslitið av einari samanrenning av aldargomlum fyritøkum í Føroyum, sum vóru lagdar saman í 1980´unum og 1990´unum. Skipasmiðjukynstrini og tænastusinnið er fastgrógvið í virkisbygnaðin, og hvør hjálmur á MEST ber hendan arvin.  

Sostatt hevur MEST veitt álítandi loysnir í meira enn 120 ár.

Nýggj dokk ávegis

Í oktober 2026 verður nýggja á Skála klár. Hon verður 150 metrar long, 33 metrar breið og 11,5 metrar djúp. 
Hetta gevur heilt nýggjar møguleikar fyri sjóvinnu í Føroyum og kring um Føroyar.

Framkomin og fleksibul

Við einari vælútbúnari arbeiðsmegi kunnu vit bjóða skjótar og fleksiblar loysnir til allar avbjóðingar. Fyri okkum hevur tað størsta týdning, at uppgávur verða loystar á rættan hátt. Tí hava vit ment ein verkætlanarleist, sum tryggjar, at sama hvør  uppgávan er, verður hon altíð loyst til fulnar, til røttu tíð, til rættan kostnað.

MEST sum arbeiðspláss

MEST telist millum føroya størstu arbeiðspláss, og er føroya størsta lærupláss. Tí eru starvsfólkaviðurskiftini sera væl skipaði á MEST, og stórur dentur verður lagdur á fakligheit og trivnað.

Harumframt leggja vit dent á, øll starvsfólk verða innkoyrd væl og virðiliga, so tú fært møguleika at trívast og mennast frá fyrsta degi.

El-loysnir til skip og vinnu​

Framtíðin er elektrisk, og tí hevur MEST raðfest EL-deildina enn hægri. Í dag telir hon 38 dugnalig starvsfólk, ið veita holla tænastu til stórar verkætlanir.

Stóra toymið er altíð til reiðar at rykkja út, tá arbeiðið skal gerast.

Vit eru klár at seta kraft á!

Sjóneykan á burðardygd​

Vit eru fegin um at kunna leggja fram okkara fyrstu frágreiðing um burðardygd. Hendan frágreiðing er ein týðandi mílasteinur á okkara ferð móti eini meiri burðardyggari framtíð. Sjálvboðin fyrireikað í samsvar við VSME-standardin, endurspeglar frágreiðingin okkara raðfesting av gjøgnumskygni og ábyrgd í arbeiðinum við burðardygd.

Í hesi frágreiðing finnur tú eitt umfatandi yvirlit yvir okkara burðardygdarátøkum, avrikum og framtíðarmálum.

MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.